Árið í fjør var aftur eitt gott ár hjá bilasøluni P/F Wenzel í Havn. Felagið hevði eitt yvirskot upp á 2,2 milliónir krónur í mun til 2,9 og 3,2 milliónir krónur árini fyri.
Tað sæst í roknskapinum, sum er almannakunngjørdur á www.vinnuvitan.biz
Høvuðsvirksemið hjá P/F Wenzel er at umboða bilamerkini Ford og Volvo í Føroyum við sølu, umvæling og tænastu.
Úrslitini fyri tey seinastu trý árini eru munandi frægari, enn úrslitini hava verið árini frammanundan, og leiðslan sigur seg vera nøgda við úrslitið.
Eitt sermerkt við roknskapinum hjá P/F Wenzel hesaerð er, at boðað verður frá einum týðandi feili í árroknskapinum fyri 2014. Tað verður ikki útgreinað, hvørjum hesum feilurin stendst av. Men rættingin av feilinum merkir, at úrslitið fyri 2014 er broytt soleiðis, at 1,2 milliónir krónur eru drignar frá úrslitinum. Tí hevur felagið 1,2 milliónir krónur minni í inntøku fyri 2014, enn tað sum innsendi og góðkendi roknskapurin vísti. Hetta broytti eisini eginognina hjá felagnum tilsvarandi.
Bruttovinningurin hjá P/F Wenzel var í fjør góðar 12 milliónir krónur, sum er eitt vet minni, enn tey bæði árini frammanundan. Felagið rindaði 7,3 milliónir krónur í lønum, og eginognin er nú upp á 8.165 krónur. Felagið rindaði 3 milliónir krónur í vinningsbýti til móðurfelagið.
20 fólk starvast hjá P/F Wenzel.