Gorbatsjov sleppur ikki at stovna flokk

Mikhail Gorbatsjov, sum var tann seinasti leiðarin í tí gamla Sovjetsamveldinum, ætlar sær at stovna ein nýggjan sosialdemokratiskan flokk, men tað vilja russisku myndugleikarnir ikki loyva honum.

Í samrøðu við blaðið Novaja Gazeta sigur Gorbatsjov, at tann ovasti hugmyndafrøðingurin í Kreml, Vladislav Surkov, forðar sær at stovna flokkin.

-Eg og vinir mínir ætla at stovna flokkin. Tá Surkov frætti tað, spurdi hann, hví vit ætlaðu at stovna nýggjan flokk, tí vit sluppu ikki at skráseta hann kortini. Eg svaraði, at so fóru vit at stovna eina rørslu fyrst. Tað hava vit gjørt, men ein rørsla er ikki ein flokkur og kann ikki stilla upp til val. Okkum tørvar ein sosialdemokratiskan flokk, sum er leysur av tí almenna myndugleikanum, sigur fyrrverandi sovjetleiðarin.

Mikhail Gorbatsjov fyllir 80 ár 2. mars.