Klaksvík: Týsmorgunin komu Pison, Kvikk og Núpur inn á Klaksvíkina at landa. Teir hava allir verið norðanfyri, og hóast tað ringa veðrið, so hevur ligið væl fyri. Teir høvdu góð 100.000 pund hvør, og var størsti parturin toskur. Serliga teir seinastu dagarnar hava teir fingið nógv, harímillum eisini nógvan stóran tosk.
Prísurin hevur ikki verið tann besti ta seinastu tíðina, men frá Fiskamarknaði Føroya frætta vit, at hann er á veg uppaftur í mun til tær undanfarnu vikurnar.
- Higartil hevur árið hilnast heilt væl, sjálvt um vit hava havt ringt veður tann seinasta mánaðin. Men teir fáa nógvan stóran fisk, og hetta vigar sjálvandi upp ímóti tí vánaliga prísinum. So alt í alt gongur alt væl, siga teir frá Fiskamarknaðinum.
-re-