Gongur væl hjá Laursen

Seinastu árini hevur danski verjuspælarin í Aston Villa, Martin Laursen verið illa plágaður av skaðum.

Í ár tykist Laursen tó vera komin ordiliga av við skaðarnar, og hann hevur eisini verið fastur maður í verjuni hjá felagnum úr Birmingham. Áskoðararnir hjá Aston Villa eru eisini glaðir fyri Laursen, tí á heimasíðu felagsins hava áskoðararnir valt Laursen til besta spælaran hjá felagnum í september mánaði. Laursen fekk heili 63% av stemmunum.