Kurt Mørkøre er í ár venjari hjá Nordmøre/Romsdal í norsku triðju deild, og fyrsta partin av kappingini hevur gingið framúr. Felagið er á odda í deildini, og stevnir sum er beina leið móti uppflyting. Í kvøld fær starvið hjá Kurt eina eyka dimensjón, tá hansara menn skulu spæla móti SIF í norsku steypakappingini. SIF er sama felag, sum Kurt spældi fyri, tá hann miðskeiðis í 90’unum fyri fyrstu ferð var í Noreg.