Gongur væl hjá Ågot vestur um hav

- Um ferðin heldur sær, sum seinastu dagarnar, verða vit á Flemish Kap um sløk fimm samdøgur, sigur línumaður umborð á Ågot við In.fo

- Her gongur væl. Veðrið hevur verið viđ okkum, og vit hava havt undan mest sum allan vegin.

 

Tað sigur ein av manningini á línuskipinum Ågot við In.fo. Ågot var fyrsta skipið, sum loysti beint eftir jólahalguna og setti kós móti Flemish Kap.

 

- Í morgun er eitt sindur av vindi, 15-20 metrar um sekundið. Vit eru komnir vestur á 61.05 stig N og 30.25 stig V. Vit hava siglt norðaliga fyri at hava betur veður.

 

Sum skilst, sigur hann gott veður á leiðini hjá Ågot í morgin - nýggjársaftan - og tá er ætlanin, at manningin fer at hugna sær við dunnu og rísingreyti.

 

- Vit hava eisini jólapakkar við, sum vit hava fingið frá Føroysku Sjómansmissiónini. Um ferðin heldur sær, sum seinastu dagarnar, verða vit á Flemish Kap um sløk fimm samdøgur, sigur línumaðurin.