Gongur skjótt og væl har suðuri í Ukraina

Í ukrainska innanríkisráðnum verður sagt, at herurin aftur hevur ræðið í fleiri enn 50 bygdum og búsetingum í Kherson-økinum har suðuri í Ukraina.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, sigur í sínari dagligu talu á sosialu miðlunum í dag, at framgongdin hjá ukrainska herinum har suðuri í landinum er skjót og máttmikil.

 

Sambært forsetanum hevur ukrainska verjan tikið aftur tíggjutals býir har eysturi og suðuri í landinum, og ukrainsku herdeildirnar hava stóra framgongd í Kherson-regiónini.

 

Russisku myndugleikarnir ásannaðu eisini fyrr í dag, at ukrainski herurin hevur tikið aftur økir í Kherson-fylkinum, sum russar leingi hava havt ræðið á.

 

Í Kyiv sigur innanríkisráðið sambært tíðindastovuni NTB, at ukrainski herurin aftur hevur ræðið í fleiri enn 50 bygdum og búsetingum í Kherson-økinum har suðuri í Ukraina.