Gongur fram á - men ógvuliga spakuliga

Tað gongur fram á, men ógvuliga spakuliga hjá 19 ára gamla viðinginum, Emil Bjarnaskor, sum sunnumorgunin eftir Summarfestivalin kom heim til skyldfólk síni i Klaksvík og misti vitið.

Nakrar fáar dagar eftir varð Emil Bjarnaskor fluttur av Landssjúkrahúsinum og niður á Ríkissjúkrahúsið, men hósmorgunin varð hann fluttur víðari til sjúkrahúsið í Silkeborg. Hetta sjúkrahúsið hevur serkunnleika í at endurbyggja skaðar í nervalagnum, sambært heimasíðuni hjá sjúkrahúsinum.

Einaferð seinni skal hann á stovn til endurvenjingar.

Emil fær framvegis ikki tosað, men eyguni eru klárari. Hann hevur eisini flutt armar og bein eitt sindur, og eisini hevur hann snarað høvdinum, sigur mosturin, Mariann B. Petersen, við Sosialin í dag.

Tað er Mariann, sum greiðir frá, tí foreldrini eru ikki so væl fyri. Foreldrini og yngsta systirin sita stútt hjá dreinginum á sjúkrahúsinum í Danmark.

Alt bendir á, at Emil Bjarnaskor er við fult vit, tí tey hava fingið tað at rigga soleiðis, at hann blunkar eina ferð fyri at siga ja og tvær ferðir fyri at siga nei.

Mosturin heitir enn eina ferð á fólk um at koma við upplýsingum um, hvørjum Emil var saman við sunnumorgunin 7. august á Summarfestivalinum, og hvørji rúsevni hann kann hava fingið í seg.

- Okkurt hava familjan og narkopolitiið fingið at vita, men í flestu førum eru upplýsingarnar komnar frá onkrum, sum hevur frætt nakað frá øðrum. Ov lítið av ítøkiligum er komið fram, sigur Mariann B. Petersen.