Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG endaðu grundspælið í bestu donsku hondbóltsdeildini við einum sigri á heimavølli.
Í dag vann GOG í Svendborg Arena 40-36 á Sønderjyske. Í steðginum var GOG á odda 22-16.
Óli skoraði seks mál upp á níggju málroyndir.
GOG endaði á einum triðja plássi í grundspælinum við 34 stigum.
Liðið hjá Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg vann á útivølli 32-31 (17-15) á HØJ.
Ribe-Esbjerg endaði á níggjunda plássinum við 22 stigum, og má tí spæla dystir í niðara endaspælinum.
Skanderborg-Aarhus uttan Jóhan á Plógv Hansen á liðnum leikti á útivølli javnt 35-35 (13-17) TTH Holstebro.
Skanderborg-Aarhus endaði næstfremst við 35 stigum. Aalborg er langt fremst við 50 stigum.
Aalborg og Skanderbog-Aarhus taka tvey stig við sær til ovara endaspælið. GOG og TTH Holstebro taka eitt stig við sær til endaspælið. Hini fýra liðini, ið hava vunnið seg til ovara endaspælið eru Skjern, Fredericia, Mors-Thy og Bjerringbro-Silkeborg. Tey hava einki stig við sær til endaspælið.
Bólkur 1:
- Aalborg 2 stig
- GOG 1 stig
- Skjern 0 stig
- Fredericia 0 stig
Bólkur 2
- Skanderborg AGF 2 stig
- TTH Holstebro 1 stig
- Mors-Thy 0 stig
- Bjerringbro-Silkeborg 0 stig











