Fyrsti fólkatingslimur longu tveittur úr flokki sínum

Borgernes Parti er ikki longur flokkurin hjá Jacob Harris, og hetta hendir bara fýra dagar eftir fólkatingsvalið.

Lagið var gott hjá Lars Boje Mathiesen týskvøldið, tá Borgernes Parti fekk nóg mikið av atkvøðum til at koma á fólkating. - Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix

Jacob Harris skrivar søgu í donskum politikki, eftir at hann í dag varð koyrdur úr Borgernes Parti bert fýra dagar eftir fólkatingsvalið.

Nývaldi fólkatingsmaðurin slær harvið metið, sum Mette Thiesen hevur.

Eftir valið í 2022 gingu seks dagar, áðrenn Thiesen fór úr Nye Borgerlige og gjørdist leysgangari. Tað var met.

Thiesen hevur síðani skift til Dansk Folkeparti, og hon varð aftur vald á fólkating í á valinum týsdagin.

Thiesen segði seg úr Nye Borgerlige, eftir at eitt mál um atferðina hjá henni og táverandi unnustanum mótvegis einum starvsfólki í flokkinum varð sagt at hava verið umrøtt í flokkinum.

Hvat Harris-málinum viðvíkur, so er tað nakað heilt annað. Hósdagin skrivaði miðilin Finans, at ein kurator hevði innstillað Jacob Harris og konu hansara til konkurskarantenu.

Kuratorin Morten Bjerregaard hevur mett, at "grundarlag er fyri politikanning" mótvegis teimum báðum, sum á pappírinum áttu byggifyritøkuna Krokodille Aps, sum málið snýr seg um.

Harris hevur lagt dent á, at hann ikki heldur, at hann hevur gjørt "okkurt skeivt ella ólógligt". Hesum tekur Borgernes Parti tó ikki longur undir við.

- Sambært Borgernes Parti hevur Jacob Harris brotið trúfestisyvirlýsingina, sum hann hevur undirskrivað og ikki latið flokkinum sannar upplýsingar, og hevur eisini fleiri ferðir handlað í stríð við virðini hjá flokkinum, skrivar flokkurin.

Fríggjadagin boðaði Harris frá, at hann fer í farloyvi. Tað var orsakað av stressi, legði flokkurin afturat. Harris boðaði DR Nyheder í dag frá, at hann heldur fram sum leysgangari.

- Eg fari at útinna mína ávirkan sum leysgangari. Tað valdi eg ikki sjálvur. Mín hurð er opin, um Borgernes Parti broytir meining, sigur Harris við DR News.

Borgernes Parti kom inn á fólkating í fyrstu royndini við 2,1 prosentum av atkvøðunum. Markið er 2,0 prosent. Tað er nóg mikið til fýra sessir. Nú er flokkurin tó komin niður á trý.

 

/Ritzau/

 

 

 

Lagið var gott hjá Lars Boje Mathiesen týskvøldið, tá Borgernes Parti fekk nóg mikið av atkvøðum til at koma á fólkating. - Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix