Filmsfelagið:
Mikudagin fer úttvarpsmaðurin, Jákup Magnussen, at innleiða filmin "Paradis", sum á flúgvandi løriftinum leiðir okkum til Kanarisku oyggjarnar, ið flestu føroyingar kenna.
Saman við døtrunum, Sille og Ella, eru foreldrini farin á eina væl uppiborna all inclusive feriu til Gran Canaria. Í eina viku skulu tey fýra taka sær av løttum og bara sóla sær undir pálmatrøum og dyppa í havinum, sum er ljósablátt heilt út í havsbrúnna.
Men veruleikin verður ein annar, tá familjuparadísið verður órógvað av bátum við flóttum, sum stýra beint inn á sandstrondina.
##med2##
Tá foreldrini av ósketni koyra á ein afganskan flótta, sum seinni kemur á hotellið at spyrja eftir teimum, skulu vælmeintu humanistisku virðini standa sína roynd. Tey sleppa ikki undan at svara spurninginum: Hvat er, at verða ein góð menniskja?
Danica Curcic, ið er Louise, er vælumtókt á filmi, sum til dømis "Camino", "Fremmed - Det første opgør" og í Netflix-røðunum "Kastanjemanden" og "Reservatet".
Esben Smed, sum er Mikkel, hevur eisini við hepni spælt fleiri høvuðsleiklutir á filmi, so sum "Ser du månen, Daniel" og "Lykke-Per".
Leikstjórin, Maria Sødahl (f.1965), er útbúgvin á danska Filmskúlanum í 1993, og hevur fyrr gjørt spælifilmar í Noregi, sum "Håp" (2019) við Stellan Skarsgård og Andrea Bræin Hovig, og "Limbo" (2010) við norsku oljuvinnuni í Trinidad, sum fiktivum karmi. Hon er gift við kenda norska filmsleikstjóranum, Hans Petter Moland (f.1955), sum bretski høvundurin og filmsummælarin, Peter Cowie, skýrdi 'the Ridely Scott of Norway'.
##med3##
Vísir tú brúkta atgongumerki, fært tú sama kvøld tvey fyri eitt á Paname á Vaglinum. Tankin hjá Filmsfelagnum er at styrkja um fatanina av miðbýnum sum eina mentanarliga uppliving bæði hjá tí einstaka og tá vit eru fleiri í felag.
1/4 kl 20:00 Paradis (Maria Sødahl Danmark 2026 99 min)















