Amerikanski forsetin, Donald Trump, setti fríggjadagin enn einaferð iva í, um amerikanski stuðulin til Nato-verjusamgonguna.
Á íløguráðstevnu í Miami í Florida segði Trump, at hann var ónøgdur við, at evropeisku NATO-londini hava noktað at veita hernaðarligan stuðul til USA, sum hevur verið í kríggi við Iran í næstan fýra vikur.
Hann legði upp til, at amerikanarar kanska ikki koma øðrum londum til hjálpar í framtíðini, um USA varð biðið um tað.
– Vit brúka hundraðtals milliardir dollarar um árið til NATO, hundraðtals, fyri at verja tey, og vit hava altíð verið har fyri tey, men nú, út frá teirra gerðum, noyðast vit ikki tað, ha?
– Hví skulu vit vera har fyri tey, um tey ikki eru har fyri okkum? Tey vóru ikki til staðar fyri okkum, segði Trump.
Amerikanski forsetin hevur fleiri ferðir sett spurnartekin við viljan hjá honum at halda seg til grein 5 í NATO - tann avgerandi musketereiðurin hjá samgonguni. Har stendur, at eitt álop á ein lim er eitt álop á alt NATO.
USA og Ísrael fóru í kríggj við Iran 28. februar Síðani tá hevur Trump fleiri ferðir víst á sína ónøgd við, at vesturlendsku sameindu sínir ikki vilja senda hermenn at hjálpa til við at tryggja Hormuzsundið.
Hormuzsundið er ein avgerandi sjóleið fyri útflutning av olju og gassi úr Flógvalondunum, og smala sundið er viðbrekið fyri iranskum álopum.
Skipaferðslan gjøgnum sundið er í stóran mun steðgað seinastu vikurnar, og orkuprísirnir eru hækkaðir um allan heimin.
Ein røð av evropeiskum londum - eitt nú Bretland, Frakland, Týskland og Danmark - hava sagt, at tey fara at stuðla átøkunum at tryggja Hormuzsundið. Men tey hava enn ikki sagt ítøkiliga hvussu.
Undir valstríðnum í 2024 heitti Trump á russiska forsetan, Vladimir Putin, um at leypa á evropeisk NATO-lond, sum ikki rindaðu sín "rættvísa part" fyri verju, sambært Reuters.
Viðurskiftini millum USA og ES eru versnað í 2026, eftir at Trump hevur økt um hóttanirnar um at yvirtaka Grønland.
Ritzau/AFP










