Liberal Alliance tveiitr nývalda fólkatingskvinnuna Cecilie Liv Hansen úr flokkinum vegna "skeivar upplýsingar av týðandi slag".
Tað upplýsir Liberal Alliance fyri Ritzau.
– Vit eru sera hørm um at koma í hesa støðuna. Men vit noyðast at reagera, tá vit hava fingið skeivar upplýsingar í sambandi við uppstillingina av Cecilie Liv Hansen, og tá skeivu upplýsingarnar eru av týðandi slag, sigur floksskrivarin og organisatiónsformaðurin Jakob Rixen í skrivligari viðmerking.
Flokkurin greiðir ikki nærri frá, hvørjar upplýsingar talan er um.
Liberal Alliance nevnir tó, at Cecilie Liv Hansen "ikki hevur verið erlig við flokkin í sambandi við ógvuliga álvarslig viðurskifti í sínum privatlívi".
– Høvdu vit frammanundan havt teir upplýsingar, sum vit hava í dag, høvdu vit sum flokkur ikki stillað Cecilie Liv Hansen upp á fólkatingið. Tað var tí tíverri neyðugt at upplýsa henni, at hon ikki longur fór at kunna umboða, leggur Jakob Rixen afturat um útihýsingina.
Liberal Alliance fer ikki at greiða nærri frá, hvør orsøkin er, men flokkurin upplýsir fyri Ritzau, at málið er rótfest í dulnevndum uppsløgum á sosialu miðlunum.
Jakob Rixen upplýsir serliga, at ting mugu hava verið skrivað um privatlívið hjá politikaranum í einum Facebook-bólki um Kolding.
Hon hevur áður fingið at vita tey ryktini, har hon skal hava tosað ósatt, upplýsir hann.
Í uppslagi á Facebook viðmerkir Cecilie Lív Hansen útihýsingina.
– Eftir at fleiri ryktir og tómar ákærur hava gingið um meg, hevur Liberal Alliance heitt á meg um at lata míni mandat. Eg havi upplýst, at nógvar av hesum søgum eru ósannar, men at ávís fakta um unnusta mín hava verið sonn, skrivar hon og leggur afturat:
– Tað undrar meg, at fakta, sum ikki viðvíkja mínum gerðum og mær sum persóni, skulu vera bakgrundin fyri hesum. Eftir mínum tykki er hetta á ongan hátt rættvíst.
– Eg eri sjálvsagt skuffað av nú at vera floksleys, men eg gleði meg framvegis at halda fram við liberala stríðnum við mínum mandatum, skrivar hon í uppslagnum.
Hon varð vald á fólkating við 2.569 persónligum atkvøðum í Sydjyllands Storkreds.
Hon situr bæði í regiónsráðnum í Region Syddanmark og í Kolding býráð, og tí hevur hon trífalt mandat.
Enn er óvist, um hon heldur fram sum uttanflokkatingfólk á Fólkatingi ella hevur givið frá sær mandatið.
Sambært Liberal Alliance fer hon " at halda fram uttanflokka".
Ritzau roynir at fáa eina viðmerking frá Cecilie Lív Hansen.
/Ritzau/











