Hetta vikuskiftið verður FINAL FOUR í svensku steypakappingini í hondbólti hjá monnum leikt í Halmstad Arena.
Fyrr í dag taptu Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona 35-37 fyri Kristianstad.
Tróndur og liðfelagarnir vóru á odda 23-18 í steðginum. Men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni. Kristianstad vann seinna hálvleik 19-12, og harvið dystin 37-35.
Í morgin klokkan 12 skal Karlskrona í somu høll spæla dyst um triðja plássið móti AMO, ið tapti 30-34 (17-16) fyri Ystad í hinari hálvfinaluni.
Klokkan 14.45 spæla Kristianstad og Ystad spæla finalu í Halmstad Arena.











