Góðskueftirlitið avdúkaði snýt í fiskaútflutninginum

Tað var eftirlitsmaðurin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum undir eftirliti, tá avskipast skuldi, kom fram á, at vøra, ið merkt var við framleiðaranummarinum hjá Vestsalmon, ikki svaraði til vøru, sum virkið er góðkent til at framleiða



Tað var eftirlitsmaðurin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum legði merki til, at Ísbú misnýtti framleiðaranummarið hjá Vestsalmon í sínum fiskaútflutningi, sum vit umrøddu í blaðnum í gjár.

Og at tað er av stórum týdningi at hava eftirlit við okkara útflutningi, vísir hendingin.

Eftirlitsmaðurin ringdi til Vestsalmon fyri at fáa skjøl upp á vøruna, virkið avskipaði eitt fríggjakvøld herfyri.

Men á Vestsalmon kundu tey staðfesta, at tey áttu einki í hesi vøruni, sigur Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon.

Og komið varð so fram til, at talan var um vøru, sum felagið Ísbú royndi at avskipa undir framleiðaranummarinum hjá Vestsalmon.

Um so varð, at klagur komu um til dømis góðsku, hevði Vestsalmon, sum jú stóð sum framleiðari, hingið upp á tær, meðan seljarin, í hesum førinum Ísbú, gekk fríur.

Frímund Hansen sigur, at hetta er sera álvarsligt.

Hann viðgongur, at tað var skeivt, at ikki meira varð gjørt við málið beinanvegin, enn at rætta »mistakið«. Men hann leggur dent á, at slíkt fer ikki aftur at henda órevsað.

»Vestsalmon hevur gott orð á sær, og tað ber ikki til, at tað skal fara fyri einki, um vit verða misnýttir soleiðis,« sigur Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon.


Ivasom fyritøka

Tað eru fleiri innan føroyska fiskivinnu, sum ivast í seriøsitetinum hjá íslendsku fyritøkuni Ísbú.

Ein teirra er Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon í Kollafirði.

Hann sigur, at íslendingarnir góvu seg út fyri at vera seriøsar menn, tá teir komu. Tá kom í eitt kjak í Sjónvarpinum um góðsku á fiski, sum byrjaði við, at ein maður frá Ísbú stóð og vísti ein ryggbrotnan fisk.

»Tað nyttar lítið at tosa um ringan fisk, tá ein ikki rindar fyri tað, ein keypir,« sigur Frímund Hansen.

Hann sipar til tað, Suni Durhuus, stjóri á Vestlaks førdi fram í blaðnum í gjár um, at Ísbú skyldaði Vestsalmon pengar.

Og Frímund Hansen heldur lítið um, at ein fremmandur maður kemur higar og spælir heimsmeistari eina stutta tíð fyri síðan at stinga av undan tí heila.


Góðkenningin

Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon heldur, at tað er ov lætt at fáa góðkenning til fiskavirki í Føroyum.

Hann vísir á, at tað eru alt ov nógv virki, sum virka fisk í landinum.

»Tað sær út sum, at hvør kjallari verður løggildaður.«

Frímund Hansen heldur, at krøvini áttu at verið nógv strangari fyri, hvør kundi arbeitt fisk í Føroyum.

Ásmundur Guðjónsson á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum umsitir matvørulógina og harvið løggildingina, er sum so ikki ósamdur við Frímund Hansen, tá hann heldur, at krøvini ikki eiga at vera ov lin.

Ásmundur Guðjónsson sigur, at tey virki, sum eru góðkend, eru bara góðkend.

Tað merkir í grundini ikki, at einki er at seta fingurin á. Men at tey lúka minstukrøvini fyri fiskavirki.

Tað er soleiðis, at tað ber til at fáa løggilding við treytum. Eitt nú, at farast kann udnir ávísa framleiðslu. Men at tað ella tað, sum kravt verður, skal vera gjørt innan ávísa tíð.

Er tað so ikki í lagi, sigur Ásmundur Guðjónsson, verður løggildingin endurskoðað.

Ásmundur Guðjónsson sigur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki bara letur eitt virki aftur við ein brest og slær seym í hurðina.

Tað er endin á eini longri »proces«, har ymisk krøv hava verið gjøgnumgingin. Vísir tað seg so, at krøvini ikki verða fylgd, verður virkið afturlatið.

Tað er kortini sjálvdan, tað kemur fyri, sigur Ásmundur Guðjónsson. Men áðrenn tað kemur so, vítt, duga teir ofta sjálvir at síggja tað og lata so aftur av sínum eintingum.

Ásmundur Guðsjónsson, sigur, at tað er ikki soleiðis, at Starvstovan kennir andan frá politikarum, sum royna at ávirka soleiðis, at virki í teirra valdømi ikki verða afturlatin.

Tað er við at hendan ein broyting í hugsunnarháttinum hjá føroyingum, heldur hann. Fyrr var tað soleiðis, at ein og hvør helt seg duga at arbeiða saltfisk. Men nú eru fólk við at skilja, at tað verða sett krøv til matframleiðslu.

Serliga eru tað fólk innan flaka- og góðskingarvinnurnar, sum ganga undan, sigur Ásmundur Guðjónsson.


Móttøkan

Bæði Frímund Hansen og Ásmundur Guðjónsson eru millum teirra, sum halda, at tað verður farið ov lætt um, tá fiskur verður landaður og koyrdur beinleiðis í kør at senda av landinum.

Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon, vísir á, at her eisini er talan um pakking av fiski.

Tað er ikki rætt at loyvt skal vera at pakka fisk undir opnum lofti, heldur hann.

Og Ásmundur Guðjónsson er samdur.

Hann sigur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur vent sær til Tinganes og biðið um, at fáa greiðari reglur at arbeiða eftir, tá fiskur fer um bryggjukantin.

Tinganes hevur svarað aftur, at vent verður aftur til málið, tá aðalstýrini eru farin at virka. Í løtuni verður biðað eftir, at Vinnumála- og Fiskimálastýrini hava býtt økini, verður sagt.

Hóast roynt hevur verið at fingið viðmerking frá umboðsmanninum hjá Ísbú í Føroyum, hevur tað ikki eydnast.

Men líkt er til, at Martin Hendriksson er fluttur til Svøríkis.