Gleði seg at hoyra afrikanskan tónleik

Pætur Zachariasson, tónleikari, svarar trimum spurningum um G!


Hvørjar konsertir ætlar tú tær til á G!?
Eg ætli mær at so nógvar konsertir sum gjørligt.

  
Er nøkur konsert, sum tú gleðir teg serliga nógv til?
Tað er serliga Songhoy Blues. Tað er ein bólkur úr afrikanska landinum Mali. Eg kenni teir ikki frammanundan, men havi hoyrt um teir. Tað er serligt, tí tað er ikki lov at spæla tónleik har teir koma frá. Tað er nokk tann konserin, ið eg gleði meg mest til.


Hvat er títt besta G! minni?
Fyri meg, so er tað ein av konsertunum har eg sjálvur spældi. Skal eg siga eina, so er tað konserin á G! Mini í 2008. Tá spældu vit á eina lítla konsertferð, har vit høvdu fleiri konsertir upp á eitt døgn og endaðu á G! Mini. Tað var ein stór uppliving fyri okkum, og er nokk tað minni úr G!, ið eg minnist best.