Elsa Maria Holm Olsen er nú sett í starv sum útbúgvingarstjóri fyri gymnasialt miðnám, sum er størsta virkisøkið á Glasi.
Tað boðar Glasir frá í morgun. Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við 250 starvsfólkum og 1.500 næmingum og lesandi.
Elsa Maria er útbúgvin cand.mag. í donskum bókmentum, við hjánámi í mentan og samskifti. Hon hevur diplom í leiðslu frá Robert Gordon Universiti, umframt at hon er pedagogikumvegleiðari og hevur tikið fleiri leiðsluskeið í Føroyum, Danmark og Sveis.
Hon hevur starvast í Hoydølum síðani 2011 og starvaðist á Handilsskúlanum, har hon var deildarleiðari á Kambsdali frá 1997 til 2002 og í Tórshavn frá 2002 til 2005.
Elsa Maria hevur eisini undirvíst á Nordfyns Gymnasium og Tietgen Skolen í Danmark frá 1991 til 1997. Men frá 2005 til 2012 royndi hon heilt aðrar leiðir, tí tá var hon stjóri á Rúsuni.
Elsa Maria Holm Olsen tekur við starvinum í dag, 1. september.