So at siga eingin verður til arbeiðis á Gjaldstovuni í vikunum 29 og 30. Og tískil kunnu viðskiftafólk heldur ikki vænta sær nakra serliga avgreiðslu frá stovninum í tíðarskeiðnum 16. til 29. juli.
Gjaldstovan sigur, at hon letur aftur, tí roynt verður at skapa fyritreytir fyri, at fólk á Gjaldstovuni kann fara í summarfrí, tá flest onnur halda frí. Men ein onnur høvuðsorsøk er sambært Gjaldstovuni eisini, at ein skjót og savnað avgreiðsla av summarfrítíðini skapar eitt betri arbeiðslag á stovninum, tí arbeiðið glíður lutfalsliga betri, um øll virkisøki eru mannað.
Avleiðingin av, at Gjaldstovan steingir er, at útgjaldsboð til kreditorar skulu vera Gjaldstovuni í hendi í seinasta lagi 12. juli, um vissa skal vera fyri, at útgjaldið verður avgreitt, áðrenn stovnurin steingir.
Lønir verða avgreiddar á Gjaldstovuni 4. juli, 11. juli og 25. juli. Men fráboðan til útgjaldið 25. juli skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi 9. juli.