Gjørt fiskivinnuavtalu við Grønland fyri 2018

Føroyar og Grønland hava undirskrivað eina nýggja fiskivinnuavtalu fyri 2018. Talan er um eina leingjan av verandi sáttmála. Tað skrivar grønlendska kringvarpið KNR.


Fyri Føroyar merkir avtalan, at føroyingar varðveita núverandi svartkalva- og toskakvotur í grønlendskum sjógvi, umframt brosmu- og krabbakvotur í Eysturgrønlandi.


Fyri Grønland merkir tað, at grønlendingar fáa atgongd at veiða sína NEAFC-kvotu í føroyskum sjógvi, umframt eina svartkjaftakvotu á 13.000 tons og eina sildakvotu á 2.500 tons, skrivar KNR.


Sáttmálin kom í lag, eftir at embætisfólk úr Grønlandi og Føroyum fyrr í vikuni samráddust í Keypmannahavn.