Givnir at leita eftir Mærsk-skipara

Suðurkoreanska sjóverjan er givin at leita eftir tí 39 ára gamla Mærsk-skiparanum Klaus Gunnersen, sum fór fyri borð av skipinum ?Mærsk Responder? úti fyri suðurkoreonsku strondini seinasta mánamorgun. Tað var gott veður tá, og eingin sá, hvat hendi.

Thomas Buhl, sum arbeiðir á manningardeildini hjá Mærsk, sigur, at myndugleikarnir arbeiða við at fáa upplýsingar frá sjúkrahúsunum og líkhúsunum, sum eru fram við suðurkoreonsku suðurstrondini fyri at vita, um skiparin ella líkið av honum kann vera komið hagar.

Mærsk Responder liggur við bryggju við Yeosu-nesið sunnan fyri Suðurkorea. Skipið var í ferð við at leggja kaðalar út, tá skiparin brádliga hvarv.