Í Íslandi hava myndugleikarnir gjørt av at seta upp girðing, sum skal forða fyri, at fólk fara ov nær grótbræðingini frá gosinum á Fimmvørðuhálsi við Eyjafjallajøkul. Myndugleikarnir siga, at nógv fólk fara alt ov nær grótbræðingini uttan at geva sær far um, at tað kann vera lívshættisligt.
Harafturat er tað hent fleiri ferðir, at fólk eru vilst, og at bjargingarfólk hava verið noydd at fara teimum til hjálpar.
Tað kann vera lívshættisligt at villast uppi í fjøllunum hesa ársins tíð, tí har frystir eini 15 stig um náttina, skrivar Morgunblaðið.










