Teir eru báðir miðskeiðis í 30’unum, men spæla framvegis fótbólt á hægsta stigi við enska meistaraliðnum Manchester United. Og líkt er til, at Ryan Giggs og Paul Scholes eisini næsta kappingarár verða í reyðu troyggjuni. 36 ára gamli Giggs og 35 ára gamli Scholes fáa nú tilboð um sáttmála við Manchester United fyri kappingarárið 2010/11 eisini.