Geytin – Føroyskt Filmskvøld í Norðurlandahúsinum

Týskvøldið 11. desember klokkan 19.30 verður høvi at síggja eitt úrval av føroyskum stuttfilmum í Norðurlandahúsinum, har allir eru framleiddir seinastu tvey árini.

Sum nakað heilt nýtt innan føroyska filmsframleiðslu, verða í ár lætnar tvær filmsviðislønir til bestu føroysku stuttfilmarnar.

Virðislønina »Geytin« á 25.000 krónur letur Norðurlandahúsið og er tað ein dómsnevnd, sum kemur at avgerða, hvør filmur fær virðislønina. Hin virðislønin er ein »Áskoðaravirðisløn« á 15.000 krónur, sum Tórshavnar Kommuna letur, og eins og heitið sipar til, eru tað áskoðarnir, sum fara at atkvøða um, hvør filmur fær hesa virðislønina. ??

Freistin at lata filmar inn var 1. desember og sigast má, at undirtøkan hevur verið góð, tí heili 15 stuttfilmar eru latnir inn til filmskvøldið. Ein dómsnevnd er sett at meta um innkomnu filmarnar og velja út hvørjir sleppa á stóra filmsløritið í Norðurlandahúsinum komandi týskvøld.

Í dómsnevndini sita Birgir Kruse, Ingun í Skrivarastovu, Jan B. Jørgensen, Urd Johannesen og Linde Fröhlich.

??Sjónvarpsverturin Finnur Koba verður frásøgufólk og fer at stýra áskoðarnar ígjøgnum spennandi kvøldið. Í steðginum bjóðar Norðurlandahúsið smáar brellbitar og ein vælsmakkandi Geyta-drykk.??