Geykareiðrið í Sambandsflokkinum

Formansval hevur júst verið í Sambandsflokkinum.

Formaðurin var valdur fólkatingsmaður, mótvalevni lænti sessin frá honum og setti seg upp ímóti.

Ólíkari formansevni skal ein leita leingi eftir. Kontrastirnar eru sjónskar. Annar velur sær orðini og er sáttligur. Hin er orðaríkur og átroðkandi.

Ikki bert í framburði eru teir ólíkir. Sum persónar roynast teir sera ymiskir. Annar stendur fyri fíggjarligum støðufesti, ið eyðkennir sannan sambandspolitikk. Hin mátti flýggja undan egnum fallittbúgvi. Annar er siðiligur í orði og verki, hin íklæðir seg missiónsklæði fyri at ímynda trúvirði.

Formaðurin er valdur løgtingsmaður, meðan varamaður lænir sessin frá honum. Hesin geykurin fýrir ikki fyri at breggja sær og bíta í bak, hóast sera skitnar veingir.

Varamaðurin í Danmark, varamaðurin í Eysturoy og varamaðurin í Vágum lýða av markeringstrongd fyri at tryggja sær sess í geykareiðrinum.

Ger skálkinum gott, hann lønar tær aftur við háð og spott, sigur gamla orðatakið.

Illa royndust teir, varamenninir.


Sambandsmaður