Gevur útvarpstalur út í bók

Í hesum døgum gevur prædikumaðurin Osvald Kjærbo út bókina "Tíðir broytast - Kristus er hin sami".

Bókin inniheldur 40 útvarpstalur, sum Osvald hevur borið fram gjøgnum sendingina "Evangeliska Røddin", sum í síni tíð var at hoyra gjøgnum útvarpsstøðina Trans World Radio í Monte Carlo.

Henda bókin er hin níggjunda í røðini, sum Osvald Kjærbo hevur skrivað seinastu átta árini.

- Í bókini er dentur lagdur á gleðiboðskapin um Jesus Kristus, ið altíð hevur ligið honum fremst. Hon umboðar tí høvundan á ein serligan hátt, tí tað er júst hesin óbroytandi boðskapurin sum hevur myndað lívið hjá Osvaldi, verður sagt um bókina.

Bókin er innbundin, hevur 178 síður og kostar 180 krónur.