Barnafátækradømiðer ein trupulleiki. At tørvur er áeinum felagsskapi sum “Ímenniskjum góður tokki”er prógv um tað. Um onkur núskuldi ivast.
Taðer tóymiskt sum vit, iðarbeiða innan dagstovnar, dagrøktir ella skúlar kunnu gera, sum kann lætta um hjánógvum.
Ádagstovnum vindur taðuppáseg, at “kravt”verður eitt eykagjald, t.d. til onkran serligan matdag, eina útferðella okkurt líknandi. Hetta tykist so “óskyldugt”, eina 20 kr. her og ein onnur har. Av og áer taðein pakki viðonkrum viðskera ella líknandi.
Ískúlanum er taðverri, upphæddirnar blíva størri og størri og krøvini til pengar somuleiðis.
Samlast skal inn til skúlaútferðir, gjaldast skal til vanligar útferðir og ymiskt annað, iðikki er “beinleiðis”tengt at vanliga skúlatímunum. Onkuntíðer lagt upp fyri, at “taðer ikki neyðugt at vera við”, taðer núikki heilt rætt!? Barniðsum ikki kemur viðmissur nakrar upplivingar saman viðsínum floksfeløgum og er ívanda, at vera sett/ur uttanfyri sosialu samveruna íflokkinum. Trivnaður er longu eitt týðandi arbeiðsøkiðískúlanum.
Her haldi eg at kommunur, dagstovnar, dagrøktir og skúlar eiga at tryggja, at nokk av pengum eru settar av til raksturin, soleiðis at eingi eykagjøld koma sníkjandi inn ískipanina. Brúkaragjald er longu ídagstovnunum, har ásett er at gjaldast skal ímesta lagi 1/3 av rakstrinum, tey viðlægst inntøkur kunnu fáa frípláss, ímeðan skúlin eigur at vera ókeypis.
Vit kunnu gera mun við, at halda okkum til reglurnar íverandi skipanum.
Jógvan Philbrow










