Gevast á Flemish Kap í næstu viku

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at øll seks línuskipini, sum eru á Flemish Kap, fara at sigla heim í næstu viku.

Flestu ísfiskalínuskip eru til fiskiskap, og vit vænta, at fleiri koma inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku. Eisini í aðru viku er væntandi, at fleiri skip koma inn at landa.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trý línuskip fiska undir Íslandi. Tey fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu.

 

Væntandi koma tvey av línuskipunum, sum eru undir Íslandi, heim at landa síðst í næstu viku. Útlit eru tí til nógvan línufisk, sum næsta vika gongur.

 

Lagt verður aftrat, at línuskipini, sum fiska undir Føroyum, fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu.

 

Seks línuskip eru á Flemish Kap, fimm sum frysta og eitt sum ísar. Væntandi fara øll línuskipini á Flemish Kap at sigla heim í næstu viku og landa í aðru viku.

 

Um útlitini til útróður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin verður ikki av tí besta, og veðurútlitini eru einki serlig. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í næstu viku.