Gert hevur skrivað undir

Víkinga leikarin, Gert Hansen, hevur í dag skrivað undir nýggjan sáttmála

Víkinga leikarin, Gert Hansen, sum kom til Víking áðrenn kappingarbyrjan í 2015, hevur í dag longt sáttmálan við Víking.

 

Nýggi sáttmálin er galdandi fyri komandi kappingarár.

 

Tað hevur annars ljóða, at Gert Hansen hevur verið á veg til barndómsfelagið hjá sær, EB/Streym, sum nýliga er flutt upp aftur í Effo-deildina. Heilt fram til at Gert Hansen skifti til Víking í 2015, hevði Gert einans umboða EB/Streym í vaksnamannafótbólti.

 

Men tær søgurnar eru altso avsannaðar í kvøld, tá Gert Hansen hevur longt sáttmálan við Víking.

 

Hetta skrivar Víkingur á síni Facebook síðu.