Tórshavnar Býráð samtykti í síðstu viku, hvørjar vegir kommunan skal gera og umvæla í ár.
Tilsamans samtykti býráðið vegagerð og umvælingar fyri knappar 6,4 millión.
Men harumframt skal góð 1,1 millión brúkast til kloakkir, gøtuljós o.a.
Ikki óvæntað fer nógv tann størsta upphæddin til Marknagilsvegin, so arbeiðið at binda hann í Ringvegin kann halda fram.
4.250.000 krónur eru settar av til tað endamálið.
Men annars fáa havnarfólk nú sína triðju rundkoyring í býnum.
Tvær rundkoyringar eru niðri við keiina, men nú skal ein afturat gerast heilt ár uppi í R.C. Effersøesgøta, har hon gongur í Ringvegin.
450.000 krónur eru settar av til tað endamálið.
Men annars hevur býráðið samtykt 11 aðrar størri og smærri ábøtur og umvælingar.
300.000 krónur skulu brúkast til Grønlandsvegin (Tórsheim).
450.000 krónur skulu brúkast til framhald av arbeiði á Vegin Langa.
270.000 krónur skulu brúkast til ferðslutrygd á Løgmansbreyt.
270.000 krónur skulu brúkast á landavegnum.
270.000 krónur skulu brúkast á heiðagøtu.
100.000 skulu brúkast til veg á Hvíanesi í sambandi við útskifting.
Men umframt hesar vegir, skulu eisini aðrar íløgur gerast fyri góða 1,1 millión.
200.000 krónur skulu brúkast til ábøtur á vatnverk, møguliga á Argjum, í Villingardali, ella í Norðasta Horni.
300.000 krónur skulu brúkast til gøtuljós, har ið SEV tekur niður.
450.000 krónur skulu brúkast til kloakkir í Eysturbýnum.
Og at enda skulu 200.000 krónur brúkast til kloakkir í Tinganesi.









