Gera gongubreytina tryggari

Í rundkoyringini yvir við Strond í Havn hava trailarar lyndi til at brúka gongubreytina sum koyribreyt

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at tey nú fara undir at breiðka gongubreytina við rundkoyringina yviri við Strond.

 

Hetta verður gjørt fyri at betra um ferðslutrygdina á staðnum. Tað er nevnliga ein trupulleiki, at trailarar ofta koma upp á gongubreytina, tá teir snarað um svingið, og tá er gongubreytin sjálvandi ikki nakað trygt stað hjá fólki til gongu.

 

Arbeiðið byrjar 19. september, og gongst eftir ætlan, verður breiðkaða gongubreytin klár at taka í nýtslu 9. november.