4. partur
Tað hevur verið greitt frá fyrr í Miðvikuni um ein føroying, sum eigur part í bygdarsøguni á Skálum. Hetta er Marius Hansen úr Sørvági. Hann var giftur í Føroyum og átti børn. Men konan doyði, og hann fór úr Føroyum og kom ikki aftur. Hann hevði ein son við sær, meðan tvey børn vóru eftir í Føroyum.
Sonurin, Sámal; druknaði í lendingini á Skálum. Tað verður sagt, at Marius lá í songini saman við soninum í tveir dagar í vónini um, at hann fór at rakna við aftur.
Í Íslandi giftist Marius aftur og fekk børn. Marius má hava verið eitt sindur serligur, tí hann er einasti persónur, sum hevur fingið sína egnu søgu í bóklingi, sum er gjørdur um Skálar.
Hann var roknaður fyri at vera ein framburðsmaður. Millum annað fór hann at velta og hoyggja. Hetta hevði hann við sær úr Føroyum og tykist at hava verið ókent á Skálum.
Marius var seinasti maður, sum er deyður og jarðaður í kirkjugarðinum á Skálum.
Hann eigur eftirkomarar í Íslandi, og hava teir verið við til at varðveita hansara søgu. Eisini eigur hann eftirkomarar í Føroyum.
Vóru bangin um okkum
Nú verður komið aftur til frásøgnina hjá Jóannes: Vit róðu so dag um dag og fingu væl av fiski. Men so ruskaði hann veðrið, hann var vesturhallur útnyrðingur. Tað var nakað av vindi út frá buktini. Ein dag hildu vit, at hinir bátarnir høvdu fingið skjótt uppí, tí teir fóru skjótt til lands. Men vit vóru liggjandi og gjørdu av, at vit skuldu liggja móti Reyðabergi. Men nú bleiv vindurin so nógvur, at tveir mans máttu andøva, og settu vit seglið á. Men báturin varð tá so tungur, so ein okkara mátti oysa alla tíðina, til vit komu í skoruna av Reyðabergi. Tá vóru allir bátarnir komnir inn fyri langari tíð síðani. Vit larraðu við seglunum inn í mølina á Skála. Tað vóru nógvar hendur, ið tóku í bátin hendan dagin. Á Skálum stóð mest sum alt konufólkið og faktorurin.
Eg spurdi pápa, hvat hetta hevði at týða. Hann segði, at fólk høvdu verið so bangin um okkum, tí hetta var einasta ætt, at nakar bátur var burturgingin á Skála. Øll vóru so glað um, at vit vóru afturkomnir í øllum góðum.
Góð ráð frá bóndanum í Kumluvík
Nú minkaði fiskiskapurin, og einki fekst úti í Stronginum. So var tað ein dagin, vit vóru farin inn í Kumluvík, innan fyri Skálar, og royndu eftir reyðfiski. Tá sóu vit nógvan fugl innanfyri og fóru til árarnar inn har, sum fuglurin var. Tá stóð á at draga inntil sólin reis í eystri, tá føldist eingin aftur. Men tá var báturin eisini fullur av fiski. Vit fingu fýra góðar dagar. Men tá kom so nógvur bátur, at hann stygdi fiskin, og einki fekst aftur.
Vit plagdu annars at rógva inn í Kumluvík at vitja bóndan. Vit høvdu altíð nakrar keksir við til børnini hjá bóndanum. Vit kundu taka hond í at hoyggja við teimum, til vit fóru avstað aftur. Tá segði bóndin okkum, at fiskurin kundi fara heilt inn á botn í Eiðisvíkini, sum er miðskeiðis á Langanesi, og hann vildi trú, at fiskurin var har nú.
Nú var tað komið út um 20. august, og fiskurin var minkaður niður í lítið og einki. Summir bátar vóru farnir at royna eftir reyðfiski, men tað tímdu vit ikki. Men so helt eg fyri við mínar menn, at vit burdu gjørt, sum bóndin ráddi okkum, og farið og roynt inni í buktini heilt innan fyri sandin. Vit gjørdu so og til bar. Vit kastaðu og beinanvegin var fast. Tveir stórir toskar vóru á. Tað var skjótt, at vit floyttu bátin og fóru at landi við veiðini.
Hugsa um at fara heim
Tað kann ikki sigast annað, enn tað skuldi ein sterk trúgv at fara í eitt annað land at vinna sær ársvinnu við einum so lítlum fari sum hesum fýramannafari.
Men Jesus havi lov og tøkk, sum var við okkum frá byrjan av hesi tíð, vit vóru á Skála, og sum nú var komin móti endanum.
Nú var veðurlagið vorðið so skiftandi. Vindurin gekk meira norður á, og útróðurin var mest sum uppathildin. Vit vóru byrjaður so smátt at savna tað saman, sum vit skuldu hava heim aftur við okkum.
Eg fór á kontórið við vektarseðlunum, sum vístu allar avreiðingarnar, sum vit høvdu havt tíðina á Skála. Tær vístu, at í mai vóru 10 avreiðingar, í juni 22, í juli 41, tá vóru 14 sildaavreiðingar uppi í, og í august vóru 24. Hetta var so tað, sum vit fingu burtur úr hesi Skálaferð, og nettovinningurin vísti 7.235 kr.
Steintór takkaði fyri gott samstarv, og bjóðaðu okkum væl komnar yvir aftur. Hann helt, at vit høvdu verið hepnir at fiska og vóru nógv bestir. Eg helt, at vit høvdu fingið 30 skippund, áðrenn hinir vóru komnir, og hetta kundi ikki roknast uppí. Men kortini vóru vit bestir.
Nú sigur Steintór, at fartur verður frá Seyðisfirði til Føroya tann 10. september við Novu hjá Bergenske Damskipsselskapinum. Um vit fingu okkum onkran fart suður til Seyðisfjarðar, so skuldi hann fáa okkum pláss til Føroya við hesum skipinum.
Nú vóru vit so lidnir frá virkseminum á Skála, og hetta kvøldið fingu vit ein seyð. Hann var bara góður og vigaði 30 pund. Kona Joel, sum húsaðist fyri okkum, gjørdi pylsuna, og hon kókaði eisini kjøtið. Hon gjørdi síðani reint í húsinum, har vit tríggjar bátsmanningar búðu. Krovið býttu vit okkara millum og pylsuna eisini, men kona Joel fekk mørin, høvdið og beinini afturfyri ómakin.
Vit vóru annars falnir væl til á Skála og kendu mestsum øll. Tað var tí eitt sindur merkiligt at fara avstað aftur. Men alt fær ein enda, eisini hetta.
Upp varð klárað vil Aldufelagið. Men nú var trupulleikin at sleppa til Seyðisfjarðar, tí fartur var eingin enn. Bátin høvdu vit selt á Skála fyri 140 krónur.
Nú lá hann høgt, og skip vóru komin undir Nesið. Eitt av hesum var Buttercup hjá Evensen í Havn, sum Andreas í Túni á Toftum førdi. Hann kom í land og varð spurdur, um hann kundi koma suður á Seyðisfjørðin við okkum. Hann svaraði, at tað var í lagi, um hann fekk loyvi frá reiðarínum. Nú bleiv spennandi, hvat svarið bleiv. Vit fóru at pakka niður uppá berá. Vit vóru lidnir, men eingi boð vóru komin. Nú var komið fram til 6. september, og spenningurin vaks. Men so komu beskeðini. Hann vildi føra okkum suður til Seyðisfjarðar fyri 10 krónur fyri mannin. Umframt hetta skuldu vit gjalda havnargjaldið. Hesum tóku vit gleðiliga av.
Tað var beinanvegin byrjað at føra umborð, men tað var ikki liðugt fyrr enn móti morgni 7. september
Grótu, tá vit fóru
Á Skála var alt samankomið, sum kundi ganga. Nógv grótu og bóðu okkum vera vælkomnar næsta summar. Vit komu til Seyðisfjarðar nakað út á seinnapartin tann 7. Vit vórðu vístir til eini hús hjá Aldufelagnum, sum kallaðust Liverpool. Har skuldu vit vera, til Nova kom.
Dagin eftir fingu vit boð um at møta á skrivstovuni hjá Steffan Jónsson, stjóran á Aldufelagnum. Vit høvdu roknað við at fáa okkara ágóða heim við okkum. Men nú skiltist, at peningaávísingin skuldi sendast við posti til Føroya. Tá fekk eg illgruna um, at tað mundi ikki standa so væl til. Eg segði tá við hann, at í so fall lá eg eftir, til eg hevði fingið pengarnar. Tá fekk eg við onkrari undanførslu ávísingina.
Um eg hevði latið hann sent ávísingina við posti, sum hann ætlaði, so kundu vit spælt av við alt.
Vit vóru tveir dagar á Seyðisfirði, áðrenn Nova kom. Meðan vit bíðaðu, hentaðu vit ber. Hetta var besta tinganest, sum børnini heima kundu fáa úr Íslandi.
So kom Nova, og vit fóru umborð. Leiðin gekk síðani til Norðfjørðin, Reyðarfjørðin, Eskifjørðin og seinast á Fáskrúðsfjørðin, har leirvíkingarnir komu umborð. Eg tosaði við Jóan Jakku á Gerðismørk um, hvussu summarið hevði gingist á Vattarnesi. Hann lat væl at og segði, at hetta var eitt tað besta summar, hann hevði verið har yviri. Nú høvdu teir maskinbát, og hetta var ein grúiligur lætti. Teir høvdu fingið 260 skippund. Hann spurdi, hvat vit høvdu fingið. Jú vit høvdu fingið 221 skippund í turrum fiski, men teir høvdu roynt eina viku meira enn vit. Hann helt, at tað var óført, sum vit høvdu fingið.
Av Fáskrúðsfirði varð lagt til havs til Føroya. Tað tók 26 tímar millum londini. Vit komu á Fuglafjørð um 6 tíðina 12. september.
Vit sendu boð eftir Kalsoynni, og Hanus bóndi kom eftir okkum og førdi okkum til Húsar.
Av Húsum vóru við Ravninum Johannes Fr. Joensen og Símun K Joensen. Johan H Hendriksen og Johan Elias Eliassen vóru úr Mikladali.
Aðrir útróðrarmenn av Húsum á Skála vóru m.a. Sivar Højgaard, Jóan J. Joensen, Hanus Joensen, Jóannes Johannesen, allir av Húsum. Vit vóru Gud havi lov allir væl fyri og afturkomnir í øllum góðum. Vit tríggir á Geil vóru nú allir væl afturkomnir til hús. Mikladalsmenninar førdu vit norður tað sama kvøldið.
Tá varð byrjað aftur, sum áðrenn vit fóru, at arbeiða í bø, haga og báti.
Til Klaksvíkar at rokna av
Men so komu pengarnir gjøgnum Føroya Banka. Eg bað Johan Elias og Johan Hendrik koma heim til Húsar at býta pengarnar, og tá ið alt var avtrekt vóru millum 800 og 900 krónur eftir í part til hvønn okkara.
Vit fingu tískil einar 200 krónur meira, enn um eg hevði farið við Sigurfarinum. Nú var eftir at fara innar til Klaksvíkar at betala skuldina til Kjølbro. Hetta var um 2-3.000 krónur.
So helt eg ein dagin við Símun bróður, at vit áttu at farið inn til Klaksvíkar við pengunum, sum vit skyldaðu Kjølbro.
So var gjørt. Vit stimaðu inn á Biskupstøð. Eg fór niðan í handilin at innloysa skuldarbrævið. Kjølbro var har. Vit heilsaðust, og hann segði: “Væl afturkomin Jóannes. Sum eg hoyri hava tit verið sera hepnir við útróðrinum í summar”. Eg helt, at hetta var nógv yvir okkara væntan. Hann fór eftir skuldaskjalinum. Eg lat hann fáa pengarnar. Hann skrivaði goldið á skjalið, gav mær tað og sigur við meg, at um vit fara avstað aftur eina aðra ferð, so vóru teir altíð fúsir at vera til hjálpar. Eg takkaði fyri hjálpina, sum hann hevði veitt okkum og tað álit, Kjølbro hevði sýnt okkum við at lata okkum útgerð til ferðina. Hann segði: “Eg metti tykkum sum álitismenn, og tit hava roynst sum álitismenn, sum hetta skjal ber boð um, men Jóannes, sildagarnið skal tú eiga.” Eg takkaði aftur fyri og síðan skiltust vit.
Meðan eg hevði verið upp hjá Kjølbro, høvdu hinir roynt eftir øðum. Tað ráddi um at nýta tíðina. Teir skuldu koma eftir mær á Lítlubeding. Tá høvdu teir fingið tvær kurvar av øðum, so nú høvdu vit fingið agn eisini.
Vit róðu væl hýrdir aftur til Húsar. Hervið var hesin Skálatúrur komin at enda og hvør hevði fingið sítt.
Fyrst var reisan yvir goldin, síðan fekk Aldufelagið sítt. Ferðin frá Skála við Buttercup til Seyðisfjarðar var goldin, og tað sama var reisan til Føroya.
Eg havi nógv gott at minnast aftur á hesa ferð. Eg fekk nógvar góðar vinir, sum eg havi nógv at takka fyri. Var tú fyrst komin í takføri við ein íslending, kundi tú líta á hann. Hetta er erfaringin eg fekk.
Men tað bleiv bara tann eini Skálatúrin hjá mær. Eg var fallin til við sluppfiskiskapinum, og mær dámdi tað væl. Tí fór eg aftur at fiska við slupp.
Hetta er so endin á hesi frásøgn hjá Jóannes. Men hann greiddi frá mongum øðrum áhugaverdum, sum kanska verður komið aftur til. Hann kom at sigla nógv, serliga við sluppini Gudrun.
-------
Komandi partur:
Í komandi Miðviku verður frásøgn frá dóttir og abbasoni bretskum hermanni, sum var í Føroyum undir seinna heimsbardaga. Her verður enn eitt íkast til hesa søgu.