Vágbingar hava tikið væl undir við tiltakinum at seta gomlu Garðabrúnna í stand. Hon er gamalt og søguligt stað og mundi vera miðsavnandi stað í Vági, um vit líta nøkur ár aftur um bak.
Peningagáva
Og sera nógv fólk hevði leitað sær oman á nýggju Garðabrúnna í góðveðrinum leygardagin. Kaffi og vaflur vóru at fáa afturvið harmonikutónleiki. Børnini fingu sunkist.
Tá Jógvan Krosslá, býráðsformaður, hevði sagt nøkur orð og takkað stigtakarunum, sóust gomlu og søguligu grindabátarnir stevna inn eftir fjørðinum og leggja at Garðabrúnni. Ein vøkur sjón.
Formaðurin í Grindabátafelagnum handaði síðani stigtakarunum ein kekk. Óivað kærkomin gávað, tí arbeiðið at seta brúnna í stand hevur ikki verið ókeypis.
Gomul minnir
Nógvir vágbingar hugnaðu sær á Garðabrúnni leygardagin og hugaligt var at síggja, at eisini vágbingar, ið eru komnir nakað upp í árini, høvdu leitað sær oman á brúnna, har mangir teirra á yngri árum høvdu sína dagligu gongd.
Orðið var frítt og onkur av teim eldru nýtti høvið at takka stigtakarunum og at hugleiga og minnast afturá. Sera áhugavert og skemtiligt, men eisini hugtakandi.
Smábátarnir
Hóast Garðabrúgvin valla aftur fær sama miðsavnandi týdning, sum hon hevði fyrr, tá sluppirnar løgdu farm sín upp, so er hon søguligt stað og hon kemur óivað væl við hjá smábátaeigarum kring fjørðin.
Ljós og vatn er lagt oman á brúnna og eitt kar, sum vit t.d. kenna tað úr Vágsbotni í Havn, er sett upp, so menn fáa hagreitt fiskin.
Og Garðabrúgvin fekk eina góða og vakra byrjan henda vakra heystardag, har vágbingar, ung sum eldri, fagnaðu tiltakinum og meðan harmonikan spældi og síðstu pannukøkurnar hvurvu, sóust teir eldru savnast í smærri bólkar á brúnni og teir mundu ikki hava smávegis at minnast á og at práta um.