Bæði formaðurin fyri búskaparráðnum og landsstýrismaðurin í vinnumálum hava nú alment verið úti og funnist at fiskavirkisskipanini hjá Arbeiðsloysisskipanini, og báðir hava meira ella minni beinleiðis sagt, at skipanin í verandi líki eigur at verða avtikin ella niðurlagað.
Hvørki formaðurin fyri búskaparráðnum ella landsstýrismaðurin hava tó nevnt nakað um hvørjar avleiðingar hetta vildi havt fyri tey fólk, sum arbeiða á føroysku fiskavirkjunum.
Fiskavirkisskipanin varð gjørd fyri at tryggja arbeiðsfólkinum á fiskavirkjunum
Tá fiskavirkisskipanin varð sett á stovn, tá var greitt, at neyðugt var at hava eina serskipan fyri tey arbeiðsfólk, sum arbeiða á føroysku fiskavirkjunum.
Hetta varð gjørt við, at hesi arbeiðsfólk skuldu tryggjast í minsta lagi 32 tímar stuðul um vikuna, svarandi til 4 arbeiðsdagar.
Skipanin hevur sum heild virkað væl, hóast útrokningargrundarlagið ger, at stuðulin hjá nógvum arbeiðsfólkum als ikki er nøktandi.
Møguligt missbrúk frá arbeiðsgevarum er ikki grundgeving fyri at avtaka fiskavirkisskipanina
Vit hava tíverri dømi um, at ávísir arbeiðsgevarar brúka skipanina á ein hátt, sum hon ikki varð ætlað.
Slík missbrúk kunnu tó ikki brúkast sum grundgevinmg fyri at avtaka fiskavirkisskipanina, men í staðin eiga stig at verða tikin til at forða fyri slíkum missbrúki.
Um fiskavirkisskipanin verður avtikin, so fer tað at fáa álvarsligar avleiðingar fyri hundraðtals familjur í Føroyum.
Eg skal gera púrasta greitt, at um fiskavirkisskipanin verður avtikin, so fer hetta at raka tey lægstløntu í landi okkara serstakliga hart.
Tað er átaluvert, at hvørki formaðurin fyri búskaparráðnunm ella landsstýrismaðurin tekur upp á tungu tær avleiðingar, ein avtøka av fiskavirksiskipanini fer at hava.
Hetta er tó tíverri ikki eindømi um, at okkara embætisfólk og politikarar koma við útmeldingum um tiltøk, sum koma at raka vanliga løntakaran hart, og hesi fólk tykjast ikki at hugsa um hvussu vanligi føroyski løntakarin hevur tað, og at hesir løntakarar ikki tola enn meira skerjingar í rættindum teirra.
Fastlønarsáttmálin
Nú Vinnuhúsið hevur ført fram alment, at fastlønarsáttmálin ið varð gjørdur 1. Mai 2010 við arbeiðarafeløgini, skal brúkast ístaðinfyri fiskavirkisskipanin, so skal eg minna Vinnuhúsið á, at hesin sáttmáli kann sigast upp til komandi samráðingar og fara heilt úr gildi.
Vinnuhúsið er fari at blanda tingini saman, hvussu skalt tú brúka ein sáttmála ístaðinfyri fiskavirkisskipanina. Um fastlønarsáttmálin skal brúkast/misbrúkast, so koma tey sum arbeiða í fiskivinnuni á landi ongantíð at fáa eina fulla mánaðarløn, tí teir tímar ið mangla í fulla tíð verða frátrektir í mánaðarlønini við upp til 10 % tvs at tá lítil rávøra er og nógvir dagar har onki arbeiði er, veksur tímatali sum arbeiðsfólki kemur at skylda til virkini, sostatt verður ongantíð full løn útgoldin.
Hetta var als ikki ætlanin við fastlønarsáttmálanum fyri fiskavirkini, sáttmálin var ætlaður at vera fyri virkir sum hava støðugt arbeiði, men ikki eingang tey virkini hava brúkt sáttmálan.
So nú skal hesin sáttmálin ikki brúkast sum arnboltur fyri at fáa fiskavirkisskipanina burtur.
Lat tað vera heilt greitt fyri teimum sum eru farin í herna móti fiskavirkisskipanini, at so leingi onki annað alternativ er fyri hesa skipan, skal hon ikki avtakast.
Fiskavirkisskipanin er ikki ein stuðul til fiskavirkini, men til arbeiðsfólkini á virkinum tá ongir lønartímar eru.
Fakfelagsrørslan eigur at standa saman um fiskavirkisskipanina
Mín áheitan til fakfeløgini í Føroyum er at standa saman um fiskavirkisskipanina, tí um vit ikki standa saman so er vandi fyri at ein skipan, sum tryggjar arbeiðsfólkinum rímulig lønarkorð verður avtikin, uttan at okkara politikarar hugsa um hvørjar óhugnaligar avleiðingar hetta fer at fáa fyri vanliga løntakaran.
Tórshavn, tann 09.02.2011