Tað seinasta samdøgrið eru fleiri túsund kristin fólk flýdd úr irakska býnum Mosul Síðani tann 28. septembur hava minst 11 kristin latið lív í ágangi í norðurirakska býnum Mosul, og lokalir politikarar siga, at tað eru víðgongdir islamistar, sum hava skipað fryri áganginum.
Tað hevur havt við sær, at tað seinasta samdøgrið eru fleiri túsund kristin flýdd úr býnum og hava fjalt seg í kirkjum og aðrastaðni í Nineveh-landslutinum.
Guvernørurin í landslutinum ivast ikki í, at tað eru limir í al-Qaeda, sum fremja ágangin, og hann hevur biðið irakskar og amerikanskar hermenn fáa enda á áganginum.
Sambært guvernørinum eru tað ikki bara tey kristnu, sum eru fyri ágangi, men eisini aðrir minnilutabólkar í Norðurirak.