– Eg segði áðrenn valið, at um eg persónliga fekk 100 atkvøður og bleiv nummar fimm á listanum, so var eg væl nøgdur, so 127 atkvøður og nummar fýra á listanum var super.
Tað sigur Jan Christiansen, sum hevur verið býráðslimur fyri Fólkaflokkin í 28 ár, frá 1984-2012.
Jan Christiasen er seinasti borgarstjórin, sum Fólkaflokkurin hevur havt. Tað var eftir valið í 2000, at Fólkaflokkurin skipaði samgongu saman við Sambandsflokkinum.