Í longri tíð hevur verið arbeitt við skránni fyri stevnuna, og sambært tí sum er komið fram, verður hetta ein stevna sum man fara at spyrjast. Dentur verður lagdur á tey lokalu viðurskiftini og virðini, og tí verða millum annað filmsbrot úr oynni at síggja. Hetta eru filmsbrot, sum Regin Leonsson hevur savnað fram, og vísa tey tíðina frá 1960 og fram til í dag. Filmurin varir í ein tíma og verður vístur tríggjar ferðir stevnudagin.









