Gævi at onkur møtir Jesusi á jólum

- Okkum tørvar okkurt øðrvísi og vermandi myrku og køldu vetrardagarnar, sigur Jenis av Rana.

Hvar heldur tú jól - jólaaftan, jóladag og 2. jóladag?

 

- Vit halda jól saman við synum, sonarkonum og barnabørnum. Vit verða 12 fólk tilsamans, møguliga 13, tí yngsta abbadótturin væntast ein av nærmastu døgunum.

 

Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður og kommunulækni. 

Hann vísir á, at tey ótu gás og dunnu jólaaftan og heldur, at flottari og smakkbetri fuglur enn gás finst ikki. Men, onkur dámar betri dunnu, og tískil høvdu tey bæði gás og dunnu á borðinum.

 

- Jóladagarnar verður tað ræst kjøt við súpan, sigur hann. 

Jenis av Rana sigur, at hann elskar at keypa jólagávur, og tær flestu verða keyptar saman við konuni.

 

Men, hvat heldur løgtingsmaðurin og kommunulæknin um jólastákanina?

 

- Okkum tørvar okkurt øðrvísi og vermandi myrku og køldu vetrardagarnar, so hetta er fínt fyri meg. Men, eg vóni, at gleðiboðskapurin, frelsan og krossdeyði Jesusar ikki verða trokaði burtur, men sleppa í miðdepilin jóladagarnar. 


Og seinastu orðini hjá Jenisi av Rana í dag um jóladagarnar eru, at gævi, at onkur møtir Jesusi sum frelsara hesar dagar.