Gøtuljósini á Ovara Vegi í Vestmanna hava verið fyri harðligari atferð. Onkur hevur havt til fragd at skjóta gøtuljósini niður. Tað skrivar Vestmanna Kommuna á heimasíðu sínari.
Av fyrstan tíð varð hildið, at gøtuljósini á Ovara Vegi, sum eru gomul og viðbrekin, mundu vera farin í nógva vindinum, sum var farnu viku.
Arbeiðstakarin, sum vegna kommununa umsitur gøtuljósini, hevur síðani verið og umvælt ljósini, og tað vísir seg nú, at fleiri av ljósunum vóru skotin niður við luftbyrsu.
- Nú kunnu vit kanska siga, at tað er gott, at tað ?bert? eru gøtuljósini, sum skotið verður eftir, og ikki fenaði ella í ringasta føri fólki. Men, hvør veit at siga, hvat tað næsta verður. At ein vegur sum Ovari Vegur liggur partvíst myrkur, orsakað av slíkari gerð, er heldur ikki vandaleyst, tí at nógv ferðsla, bæði gangandi og koyrandi, er eftir vegnum, skrivar Vestmanna Kommuna á heimasíðu sínari.
Kommunan boðar frá, at um onkur veit frá hesi ódámligu gerð at siga, vinarligast at lata tey frætta.