Gómagott gongur undan sum fyrimynd

Gómagott fekk í dag heiðurin sum ársins íverksetari á íverksetaradegnum í Öström.

 

Tað byrjaði sum eitt frítíðarítrív, við at selja til jólasølur og festivalar, men er nú ment til sjokolátuframleiðslu, konditarí og kafé mitt í Havn.

 

Eftir at hava gjørt bomm í mong ár, fóru Kirstin og Høgni Hammer í 2014 undir at menna eina nútímans framleiðslu av vørum sínum og flutti í 2015 inn í bakaríið hjá Alla í eysturbýnum í Havn. Stutt seinni segði Kirstin Hammer seg úr sínum fasta starvið og fór undir at arbeiða við Gómagott fulla tíð og til mentanarnáttina 2015 var fyrsta konfekteskjan til sølu.

 

Í desembur flutti so framleiðslan oman í Steinatún, har tey lótu kafé upp í nýggja bussterminalinum.

 

- Alt er gjørt við hond, við góðum, og í størst møguligan mun føroyskum, rávørum. Fyritøkan kann vísa á góð úrslit og er soleiðis ein góð fyrimynd fyri aðrar fyritøkur. Hjúnini Kirstin og Høgni Hammer hava gingið undan, hava tikið stóran vága á seg og hava givið øðrum íblástur, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum handaði teimum Granan.

 

- Hetta er ein stórur heiður. Eg má takka fimm trúgvum stuðlum. Fyrst og fremst manni mínum, sum tekur sær av øllum aftanfyri felagið, so eg kann fáast við framleiðsluna. Jesusi, mínum frelsara, sum er mítt álit. Familjuni, uttan hvørs stuðul eg ikki kundi gjørt hetta, mínum fantastisku starvsfólkum og Hugskotinum, sum alla tíðina hevur trúð upp á okkum, segð Kirstin Hammer.