Framtíðarútlitini hjá G! Festivalinum eru ikki góð. Inntøkur og útreiðslur av ársins festivali hava ikki hingið saman, og Jón Tyril sigur við Dimmalætting í kvøld, at síðsti G! Festivalurin møguligani hevur verið
Hóast G! Festivalurin 2007 á nógvum økjum hevur verið tann besti nakrantíð, síggja tølini ikki góð út. Jón Tyril, stjóri og talsmaður, sigur við Dimmalætting í kvøld:
- Enn er roknskapurin ikki liðugur, og havi eg ikki hug at siga nakað um talið, fyrr enn øll tølini eru avstemmað. Men tað sær ikki pent út. Tá fullfíggjaði roknskapurin fyriliggur, fara vit at tosa um, hvat skal gerast, sigur Jón Tyril, ið er sera harmur um støðuna:
- Fólk hava verið sera væl nøgd við tiltakið - og vit hava ongantíð havt nær námind so nógva umtalu í altjóða pressu, til dømis við framúr góðum ummælum í stórum, kendum og viðurkendum fjølmiðlum. Tey organisatorisku tingini og sjálv avviklingin av festivalinum gekk framúr væl, og á mangan hátt var hetta tann best eydnaði G! Festivalurin higartil. Tí harmast vit serliga nógv, at tað skal gerast eitt fíggjarligt skrædl júst í ár.
Síðani hann fyrstu ferð varð hildin í 2002, hevur G! Festivalurin vaksið seg til at vera eitt av landsins mest áhugaverdu og spennandi tiltøkum - bæði fyri føroyingar og ferðafólk.










