GÍ fekk fjórða stigi

Gøtumenn vildu ikki standa aftan fyri hini føroysku liðini í Europa, og fyri fyrstu ferð nakran tíð hava øll føroysku umboðini vunnið sær europeisk stig

 

UEFA-CUP


Tað vóru ikki teir nógvu áskoðararnir, sum høvdu leitað sær til Tórsvøll hósdagin, tá GÍ skuldi spæla seinna UEFA-Cup dystin móti jugoslaviska FK Obilic. Kanska hevði úrslitið í fyrra dystinum gjørt sítt til, at spenningur so avgjørt ikki var um samlaða útfallið av uppgerðunum, ella kanska er tað bara trupult at fáa fólk at koma til hesar miðvikudystirnar.


Ungt lið

At tann stóri spenningurin ikki var um samlaða útfallið, kundi hinvegin hugsast at geva gøtumonnum ein fyrimun. Jugoslavarnir vóru kanska longu nøgdir eftir fyrra dystin, og tá teir eisini eru við í oddastríðnum í heimligu kappingini, var væl hugsandi, at fleiri av eykamonnunum fóru at fáa møguleikan í dystinum.

Tað vísti seg eisini, at venjarin hjá liðnum langt ífrá hevði rullað allar tær stóru kanónirnar fram til dystin. Av dómaraseðlinum framgekk, at talan í rættiliga stóran mun var um ungar leikarar, men hinvegin eigur einki at takast frá gøtumonnum av teirri orsøk. Lítið er at ivast í, at nýggju menninir við hesum vildu vísa venjaranum, at dugur er í teimum, soleiðis at teir kanska eisini fingu møguleikan næstu ferð.


Mistak kostaði

Dysturin byrjaði annars soleiðis, sum ein mest sum kundi rokna við, tá føroysk lið takast móti teimum jugoslavisku. Jugoslavarnir trillaðu bóltin róliga sínamillum, í vónini um at GÍ onkursvegna gloymdi partar av verjuskyldunum, soleiðis at eitt skjótt uppspæl kundi koyrast uppeftir.

Gøtumenn fóru heldur ikki heilt í verjustøðu hesa løtuna. At jugoslavar ikki løgdu tað stóra trýstið á, gjørdi at teir fingu hampuliga góðan frið til at byggja spælið upp, og hóast talan ikki gjørdist um nakran opnan møguleika, so var vandi á ferð onkuntíð, tá gøtumenn fingu spælt seg ígjøgnum í borðunum, fyri síðani at senda bóltar inn Helga L. Petersen og Óla Hansen, sum vóru á teimum báðum álopsplássunum.

Sum nevnt, so tóktust jugoslavarnir bert at bíða eftir einum einsamøllum mistakið frá mótstøðumonnunum, og hetta kom eisini, tá 19 minuttir vóru leiktir av dystinum. Ein diagonalbóltur varð lagdur inn um verjuna hjá GÍ, men Henning tóktist tó at fult tamarhald á støðuni. Ístaðin fyri at lossa bóltin burtur, valdi hann tó at stúta aftur til málverjan, men ov lítil ferð var á. Úrslitið gjørdist, at Sasa Simonovic gjørdist púrasta leysir við Halli Hansen, og ikki hevði stórvegis trupulleikar av at senda bóltin í málið.


Stungnir av egnum vápni

Hetta minti alt ov nógv um stórtapini, sum fyrst og fremst landsliðið, men eisini onnur føroysk lið, hava havt móti jugoslavum. Konsentratiónin svíkur eina lítla løtu, og so revsa hinir. Tíbetur hendi hetta ikki hóskvøldið, tí heldur enn at iðra seg um mistakið, so valdu gøtumenn at stríðast enn harðari, nú teir vóru komnir afturum.

Miðvøllurin vann hópatals bóltar, og hóast nakrir teirra vórðu tveittir burtur eins skjótt, so megnaði serstakliga Zdzislaw Janik at spjaða sendingar kring allan vøllin, og fleiri teirra endaðu eisini við, at gøtumenn otaðu seg heilt seg heilt niðan í brotsteigin hjá mótstøðumonnunum. Trupulleikin var tó alla tíðina, at uppspælið gekk somikið róliga fyri seg, at gulu jugoslavarnir hvørja ferð fingu høvi at skipa seg í verjupartinum.

Onkun tíð var tó um reppið, at mál spurdist burtur úr, og serstakliga var Poul Henning nær við, tá hann smekkaði til av brotsteiginum, men bólturin smeyg sær beint uttan fyri stólpan.

Jugoslavarnir bíðaðu at kalla framvegis eftir næsta mistakinum, sum kundi geva teimum møguleika at avgera dystin, og tí var tað kanska lagnunnar speisemi, tá gøtumenn javnaðu.

Uppskriftin til málið var nevnliga júst tann sama, sum jugoslavar eru serfrøðingar í at gera sær dælt av. Obilic var í álopi, men alt endaði við, at Hallur Hansen loftaði bóltinum, og so gekk tað skjótt fyri seg hinvegin. Hallur tveitti bóltin niðan til Janek, sum var staddur uttarliga í vinstru. Eftir at hava sett beinleiðis mótstøðumannin av, sendi hann djúpt til Óla Hansen, og tá hesin ætlaði at sneiða seinasta verjuspælaran av, vórðu beinini tikn undan Óla. Írski dómarin ivaðist ikki, men peikaði á brotssparksblettin. Henning Jarnskor varð settur at skjóta, og meðan vælvaksni málverjin hjá Obelic tveitti seg til høgru, rullaði Henning róliga øvugtan veg.


Vóru skelkaðir

Málið hjá gøtumonnum tóktist í eina løtu at hava givið mótstøðumonnunum ein lítlan hvøkk. Hóast teir kanska áttu at gjørt júst tað øvugta, so tóku teir seg longur aftur á vøllin, og hetta seinasta korterið av fyrra hálvleiki var helst besta løtan hjá gøtumonnum.

Fleiri ferðir eydnaðist teimum at spæla upp á áleypararnar, sum antin sendu inn fyri sjálvir, ella løgdu aftur til vongverjarnar, og møguleikar spurdust eisini burtur úr hesum. Tann størsta átti Helgi L. Petersen, tá hann brádliga varð púra leysur í brotsteiginum, men eftir at hava tamt innleggið frá Magna Jarnskor, gjørdist skotroyndin ov óneyv, so bólturin í staðin fór sendandi upp um tvørstongina.

Í hálvleikssteðginum hevði jugoslaviski venjarin helst tosa við rættiliga stórum bókstavum. Obilic var fullkomuliga hamskift, nú teir komu aftur á vøllin, og uttan at gera ov nógv av, kann staðfestast, at gøtumenn í øllum førum ikki vóru óhepnir at fáa annað stigið.

Obilic royndi hesi trý korterini at leggja veruligt trýst á, og fleiri ferðir var um reppið, at teir fingu lagt seg á odda. Gøtumenn stríddust tó sum úlvar á skóg alla tíðina, og serstakliga kunnu teir takka Bartali Eliasen og Jóan Petur Olsen fyri, at støðurnar ikki gjørdist enn hættisligari. Ikki minst var tað stuttligt at síggja Jóan Petur, sum hálva vegna hevði pensionerað seg sjálvan undan hesum kappingarárinum. Nú Pól Ennigarð er niðri í útbúgvingarørindum, hevði Johan Nielsen gjørt av at seta veteranin á sweeparan, og uppgávuna avgreiddi hann eisini til reint UG.


Framúrskarandi pólverji

Nú teir báðir í verjuni eru nevndir, so er tað eisini ein annar á GÍ liðnum, sum eigur eina serstaka umrøðu uppiborna.

Zdzislaw Janik hevur í ár styrkt væl um liðið hjá gøtumonnum, men neyvan hevur hann roynst teimum somikið dyggur áður, sum hann gjørdi hóskvøldið. Hann tykist ikki altíð líka skjótur, men hóast hetta, so megnaði hann ferð eftir ferð at snýta mótstøðumenninar. Hann megnaði at halda upp á bóltin, tá hetta var neyðugt, soleiðis at GÍ fekk flutt liðið upp, og í minst 90% av álopsroyndunum var tað hann, sum var bindiliðið, tá spælt varð niðaneftir.

Samanumtikið eiga tó allir leikarar á liðnum rós. Væl og virðiliga vanda spælskipanin hjá liðnum ger, at liðið stendur væl á vøllinum í verjustøðu, og hóast ein kanska við góðum rætti kann krevja meira av einum somikið royndum leikara sum Henning Jarnskor, so var tað júst liðavrikið, sum hóast alt gjørdi, at talan varð um somikið gott úrslit.

Yvir høvur er GÍ eisini tað av føroysku liðunum, sum hevur frægastu úrslitini í Europa at vísa á, og hóskvøldið syrgdu teir so eisini fyri, at teir heldur ikki í ár stóðu aftan fyri hini liðini. Gøtumenn fingu fjórða føroyska stigið í Europa í ár, og settu við avriki sínum eitt virðiligt punktum fyri okkara luttøku á hesum sinni.


Dysturin í tølum:

GÍ-FK Obilic 1-1 (1-1)

1-0: Sasa Simonovic 19.

1-1: Henning Jarnskor 32.


GÍ: 1. Hallur Hansen - 5. Bartal Eliasen, 13. Jóan Petur Olsen, 4. Leivur Hansen - 6. Áslakur R. Petersen, 7. Magni Jarnskor (liðformaður), 11. Zdzislaw Janik, 8. Poul Henning Jacobsen (10. Sveinn Vilhjálmsson, 79.), 3. Henning Jarnskor - 11. Óli Hansen, 12. Helgi L. Petersen (18. Magnus Skoralíð, 74.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Mortan Joensen, 2. Marek Wiegel, 14. Hans Pauli Petersen, 15. Omar Pálsson, 17. Kaj Ennigarð

Venjari: Johan Nielsen

Liðleiðari: Jørgin Gudmundsson

Lækni: Andrias Petersen

Fysioterapeut: Álvur Hansen


FK Obilic: 29. Goran Simov - 14. Mirko Aleksic, 18. Nonad Dorðevic, 22. Darko Vargec, 16. ????? (3. Dragan Ljubisavljevic, 62.)- 15. Sasa Simonovic, 20. Mirko Teodorovic, 4. Sasa Zoric, 6. Bojan Zujic(27. Nikola Vujosevic, 78.) - 17. Mikailo Vujacic (28. Dragan Simovic, 67.), 10. Bojan Filipovic (liðformaður)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 1. Boban Savic, 2. Branislav Karic, 21. Vladan Pejcic, 25. Milos Babic

Venjari: Ratko Dostanic

Hjálparvenjari: Zoran Pavlovic

Liðleiðari: Joran Dimitrjevic

Lækni: Milisav Popic

Fyrioterapeut: Vladimir Antonovic


Dómaratríbólkur úr Írlandi:

John Feigherry, John P. Kelly, John Ward, Aiden O'Regan