Góð byrjan hjá útisetunum

Tað var ikki eiti á byrjan, sum teir báðir føroysku útisetarnir í BK Tromsø fingu, tá felagið leygardagin spældu móti meistarunum úr Nyborg BK.
Bárður Bendix Mikkelsen og Rúni Weihe teljast báðir millum lyklaspælararnar hjá Tromsø, sum ætlar sær at endurvinna gullmerkini í norskum flogbólti í ár, og við einum 3-0 sigri á verandi meistarunum settu teir eina tjúkka striku undir, at teir eisini ætla sær fram í oddin í ár.
Sum skilst, so verður talan kanska eisini um enn meira føroyskt íslett í felagnum í vetur. Føroyski landsliðsvenjarin, Magnus Aðalsteinsson, er upp á tal sum nýggjur høvuðsvenjari hjá Tromsø, og hann var millum áskoðararnar, sum vóru til dystin í dag.