Fyrstu bygdu bústaðir til sálarsjúk í Havn

Sambýlið Eystan Heyg varð í dag handal Almannamálaráðnum

 

Á samkomu í dag varð Sambýlið Eystan Heyg handað Almannamálaráðnum á almennari móttøku. Nógv fólk vóru komin saman at síggja nýggja sambýlið og fleiri røður vórðu hildnar. Annika Olsen, landsstýriskvinna var ein teirra, ið helt røðu.

 

Í síni røðu legði landsstýriskvinnan dent á, at hetta nýggja sambýlið er bygt til endamálið og eftir tørvinum hjá búfólkunum. 

- Hetta er fyrstu ferð – nakrantíð – at vit byggja bústaðir til sálarsjúk í Havn. Og sum øllum kunnugt hevur tørvurin eftir bústaðum til sálarsjúk verið eyðsýndur og stórur øll hesi árini, og drúgt hevur gingið við at seta ferð á nýbýggarí yvirhøvur til fólk við sálarsjúku.

 

Annika Olsen vísti á, at longu í 2001 var staðfest at umleið helmingurin av sjúklingum, ið búðu á Psykiatiska deplinum, vóru liðugt viðgjørdir og bíðaðu eftir nøktandi bútilboði. Harumframt vóru onnur, sum ikki vóru innløgd, sum eisini tørvaði eitt bútilboð.

- Og tað er endamálið hjá okkum, sum politikarum at gera karmarnar so góðar sum gjørligt, so leiðin fram í ljósið ikki gerst drúgvari enn neyðugt. Og hóast at tað hevur gingið skjótt, tá endalig støða loksins var tikin til at fara undir verkætlanina, so skerst ikki burtur, at hetta hevur verið ein alt ov drúgv tilgongd.