Fyrsti føroyski bilurin um Stórabelt

Næstseinasta sunnudag var umsíðir brúgvin um Stórabelt alment latin upp, og fólk fingu høvi at koyra um brúnna.

Millum teir mongu bilarnar, sum á kvøldi - tá almenna upplatingartiltakið var av - sluppu um brúnna, var bilurin hjá Lassa S, lista- og veiðimanni úr Sørvági. Hetta var stutt eftir klokka 2200.