- Eingin av okkum fer at siga upp, men vit kunnu ikki ganga heima og mala og einki gera, siga dekkarar, sum bíða eftir, at málið um pelagiska skipið Carlton verður loyst Um mánaðarskiftið mars/apríl hava teir fimm dekkararnir, sum eru raktir av mynstringarbanninum hjá Føroya Fiskimannafelag mótvegis Carlton, gingið heima tað mesta av einum mánaða.
- Vit kunnu ikki bara ganga heima og mala, men vit fara ikki at siga okkum úr starvi hjá reiðarínum. Onkur hevur verið onkran útróðrartúr, onkur hevur smíðað, og onkur hevur landað á Toftum. Í dag er tann eini av okkum farin av landinum og fer við einum útlendskum svartkalva-og kongafiskaskipi. Hesin mynstrar ikki umborð á útlendska skipinum, tí skipanin har er ein onnur enn her heima. Soleiðis hevur hesin dekkarin heldur ikki sagt seg úr starvi við Carlton.
Tá ið Carlton varð raktur av mynstringarbanninum hjá Føroya Fiskimannafelag, skuldu fýra av fimm dekkarum við aftur. Hin fimti dekkarin eins og kokkurin skuldu í land at halda frí.
Hesir seks av manningini á Carlton vita í dag ikki, hvør endin verður av hesum stríðnum.
- Onkur av okkum er eisini biðin við føroyskum ísfiskaskipi, men tá ið neyðugt er at mynstra, hevur Føroya Fiskimannafelag rátt okkum frá at taka hesar kjansir. Um tú mynstrar við øðrum skipi, kann tað samstundis tulkast sum um, at tú hevur sagt teg úr starvi.
Og tað er ikki hetta, sum dekkarar og kokkur vilja.
- Vit eru vanliga fýra dekkarar við skipinum, og vanliga hjálpa 1. og 2. stýrimaður og maskinmaðurin, sum hevur vakt, til, tá ið mest er at gera. Nú eingin dekkari er við Carlton, er greitt, at onkur annar tekur upp arbeiði hjá okkum, siga dekkararnir.