Tað fyrsta av trimum veitingarskipum hjá Supply Service í Leirvík fór í gjár av bakkastokki í Turkalandi Fyrsti skrokkurin hjá Supply Service í Leirvík varð í gjár sjósettur á einari skipasmiðju í Istanbul í Turkalandi. Skrokkurin verður nú sleipaður til Fjellstrand skipasmiðjuna í Hardanger fjørðinum í Noregi, har skipið verður gjørt liðugt. Hetta er tað fyrsta av trimum veitingarskipum, sum felagið í Leirvík letur byggja.
Tummas Justinussen, annar av stjórunum á Supply Service, upplýsir, at skipið væntandi verður liðugt í januar komandi ár. Hini bæði skipini verða liðug í fyrru hálvu av 2009. Supply Service hevur longu gjørt langtíðarsáttmálar áljóðandi fýra til sjey ár fyri tvey av skipunum.
Skipini kosta 250 milliónir krónur hvørt, og tey fara at sigla sum veitingarskip í oljuvinnuni Norðsjónum. Tummas Justinussen sigur, at Supply Service hevur ætlanir um at byggja fleiri enn tey trý skipini, sum nú eru í gerð.