Tveir dagar fyri jól kom Betesdakórið í Klaksvík út við fløgu. Útgávan er væl dámd, og nú er fyrsta upplagið av útgávuni við at vera útselt. Á fløguni eru 21 sangir ? meiri og minni kendir, og umframt acapella sang er eisini fylgispæl við orgli, klaveri, bassi, hornum, violin og sello.
Eini 60 sangarar syngja við Betesdakórinum, sum gjøgnum árini hevur ferðast nógv heima og burturi.