Fyrsta tjóðveldisumboð úr Vágum í fimmti ár

Fyri fyrstu ferð síðani løgtingsvalið í 1958, hevur Tjóðveldi tingfólk úr gamla Vága valdømi ? og fyri fyrstu ferð hevur ein flokkurin á tingi meiriluta av kvinnum

Tá Løgtingið kemur saman í morgin, hósdagin 29. mai, verður skrivað søga hjá Tjóðveldinum og hjá tinginum sum heild.

Sólfríð Fjalsbak úr Miðvági tekur sæti á tingi fyri Olaf í Garði Joensen, sum hevur biðið um farloyvi.

Fyrsti tingmaður fyri Tjóðveldi var D.P. Danielsen úr Miðvági, sum varð valdur í Vága valdømi í 1950, og hann sat á tingi til 1958, tá hann ikki stillaði uppaftur. Síðani hevur Tjóðveldi ikki havt umboð úr Vágum, og Sólfríð Fjalsbak verður sostatt bæði fyrsta tjóðveldiskvinna úr Vágum á tingi og fyrsta tjóðveldisumboð úr Vágum í hálva øld.

Sama dag tekur Óluva Klettskarð úr Haraldssundi sæti á tingið fyri Páll á Reynatúgvu, sum hevur biðið um farloyvi.

Óluva hevur verið á tingi áður hesa tingsetuna ? og tað er eisini søguligt, at Tjóðveldi hevur tvey fólk úr Kunoynni á tingi, nevniliga Óluvu Klettskarð og Heina O. Heinesen.

Meðan Sólfríð Fjalsbak og Óluva Klettskarð eru inni, hevur Tjóðveldi 5 kvinnur á tingi av átta tinglimum.

Hetta er sostat fyrstu ferð, at ein av flokkur hevur meiriluta av kvinnum á Føroya Løgtingi.