Fyrst Ronaldo – nú Messi

Úrmælingarnir halda fram við at skjóta mál og í dag var tað Lionel Messi

Í gjár skoraði Cristiano Ronaldo hattrik fyri Juventus, eftir at hava verið fyri hvøssum atfinningum, tá Juventus tapti í Champions League. Við málunum yvirhálaði hann Pelé í málskjóting.

Eisini FC Barcelona og Lionel Messi taptu í farnu viku í Champions League. Í kvøld vísti bóltsnillingurin úr Argentina seg eisini fram. Hann skoraði eitt framúr mál til 1-0, og setti punktum, tá FC Barcelona vann 4-1 á Huesca.

Atletico Madrid hevur verið greitt oddalið, men hevur sett fleiri stig til í seinastuni, meðan Real Madrid og FC Barcelona hava fyri tað mesta vunnið. Tað er nú eitt meistarastríð í La Liga, har Atletico Madrid rennur undan FC Barcelona og Real Madrid.

1Atlético Madrid27196250:1863
2FC Barcelona27185461:2359
3Real Madrid27176446:2257
4Sevilla26163736:2051
5Real Sociedad27129643:2245
6Real Betis271331136:4142
7Villarreal27913537:3040
8Granada271061133:4436
9Levante27811836:3535
10Athletic Bilbao27971137:3134
11Celta Vigo27810934:4034
12Valencia27791132:3730
13Osasuna27781223:3529
14Cádiz27781223:4229
15Getafe27771321:3228
16Real Valladolid275111125:3726
17Elche26591224:3924
18Alavés27581423:4323
19Eibar274101321:3222
20Huesca273111326:4420