EDV-stuldur
Tað var um vikuskiftið, at Team85 meldaði unga arbeiðsmannin fyri at vilja stjala edv-upplýsingar.
Starvsfólk vóru komin eftir, at ein harðdiskur var íbundin høvuðstelduni hjá felagnum, og at hesin var settur at avrita upplýsingar av telduni.
Eitt net-kamera varð sett upp, soleiðis at staðfestast kundi, hvør hevði sett hendan upp, og soleiðis varð funnið fram til, at unglingin var tann, sum stóð aftan fyri hendingina.
- Tá hesin so varð tikin, viðgekk hann, at hetta var gjørt undir ávirkan frá einum fyrrverandi stjóra á fyritøkuni, sigur Hjalgrim Samuelsen, sum í dag er stjóri á Team85.
Hjalgrim fæst ikki at siga annað enn, at talan var um ein fyrrverandi stjóra, men eftir øllum at døma er talan um Johnny Gaard, sum fram til í fjør heyst stjórnaðið fyritøkuni.
Og saman við tí 17 ára gamla er hesin nú skuldsettur fyri brot á grein 263 í revsilógini. Tað er lógargreinin, sum snýr seg um stuldur av teldutøkum upplýsingum.
Ikki viðkvæmir upplýsingar
Hvussu kravið um revsing frá ákæranum verður, ber ikki til at siga enn. Revsiramman er upp í fýra ára fongsul, og tá talan er um vinnuligan stuldur, kann talan verða um hert revsikrav.
Hinvegin, so staðfestir Hjalgrim Samuelsen, at talan var ikki um viðkvæmar upplýsingar so sum bókhaldsskjøl og líknandi. Talan var hinvegin um arbeiðsmappur hjá starvsfólkum, har lýsingar, búmerki v.m. var goymt. Fólk við innliti í vinnuøkið siga, at slíkt tilfar at kalla bert hevur virði, um tú hevur ætlanir um at byrja nýtt virki. Hetta tí tær tá ikki nýtist at brúka tíð ella arbeiði til at útvega ein slíkan databasa av nýggjum.











